
Fitt av fólki var møtt upp á Skúlatrøð til Fiskivinnutingið, sum í ár varð fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag. Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber ðtil at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løtuni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?
Tríggjar framløgur vóru
- Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi - hann var staddur í Íslandi, so framløgan var yvir netið-.
- Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfelagsbúskaparligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar
- Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum
Pallborðsorðaskifti
Pallborðið var mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi.
Fólkaflokkurin: Árni Skaale
Sambandsflokkurin: Johan Dahl
Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen
Tjóðveldi: Dennis Holm
Framsókn: Árni M. Dam
Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen
Eftir innleiðandi umfarið var orðaskifti

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald