HSF: Føroyar skuldu arbeiða harðari fyri sigrinum í kvøld, í mun til í gjár. Tað var eyðsæð, at Belgia vildi vaska stórtapið á 10 mál frá í gjár av sær. Tað var soleiðis Belgia, sum var á odda 16-15 í steðginum, og leikaði javnt á stóran part av seinna hálvleiki. Við fleiri góðum bjargingum hjá Nicholas Satchwell í føroyska málinum, betri verjuspælið og neyvari álopsspælið knógvaðu okkara tó sigurin heim í seinastu 15 minuttirnar av dystinum. Úrslitið gjørdist 34-29. Talan gjørdist sostatt um ein gevandi dyst, har okkara vóru settir undir trýst, har venjaratoymið eisini mátti leita eftir loysnum.
Føroyska liðið hevur fingið góðan stuðul hetta vikuskiftið, og hevur verið útselt til báðar dystirnar. Nú bíðar EM-endaspælið í Berlin, har fleiri túsund føroyingar fara at leita sær til Berlin. Spenningurin er stórur undan fyrstu royndini, sum er móti Slovenia hósdagin í Mercedes Benz Arena.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 7 (2)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Vilhelm Poulsen 5
Óli Mittún 3
Pauli Mittún 3
Teis Horn Rasmussen 3
Leivur Mortensen 2
Jónas Gunnarson Djurhuus 2
Tróndur Mikkelsen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Rói Berg Hansen 1 (1)
Kjartan Johansen 1
Málverjar:
Nicholas Satchwell 15/44 (34 prosent)
Pauli Jacobsen kom ikki inn í dag
Lurta her: Julian: Nú skulu leikarnir ikki blíva yvirspentir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald