Ítróttur

Mjølnir vann á oddaliðnum SÍ, og KÍF vann aftur á Fleyr

Hotel Djurhuus-deildin:Mjølnir – SÍ 3-0 (25-18, 25-21, 25-17)

2025-12-15 07:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við greiðum sigri á oddaliðnum SÍ staðfesti Mjølnir við sjeynda sigrinum á rað, at tað er greitt besta liðið í Hotel Djurhuus-deildini beint nú.
Eftir at SÍ hevði verið frammanfyri teir allarfyrstu bóltarnar, tók Mjølnir skjótt ræði á dystinum og legði seg á odda 12-6 og loyvdi aldrin SÍ innaftur í settið, tó at SÍ einaferð minkaði um munin niður í 12-14. Men fimm bóltar seinni var Mjølnir á odda 19-12, og so var bert talan um avgreiðsluspurning, til Mjølnir hevði vunnið settið 25-18.
Mjølnir sá leingi út til at skula vinna annað sett eins sannførandi, tá støðan gjørdist 16-9, men SÍ gjørdi ein vørr og fekk spenning í settið aftur við at minkað um munin til 19-20 og 20-21. Mjølnir helt tó høvdið kalt og vann avgerandi bóltarnar og settið 25-21.
Í triðja setti var Mjølnir frammanfyri alt settið á tamb. Ikki so nógv fyrstu løtuna, men eftir at SÍ hevði bart seg upp á 8-9, sleit Mjølnir seg leyst og legði seg á odda 15-9, áðrenn settið varð vunnið 25-17.
Við sigrinum er Mjølnir nú bara tvey stig aftanfyri SÍ, sum framvegis er á fyrstaplássinum, men Mjølnir hevur tó spælt ein dyst færri.

Fleyr – KÍF 1-3 (23-25, 25-22, 29-31, 22-25)
Hóast føroyameistarin Fleyr hevði mist leikarar frá seinasta kappingarári, segði Fleyr seg undan kappingarbyrjan kortini hava vónir um at koma í finalurnar í bæði lands- og steypakappingini, tí nógvir aðrir leikarar eru at taka av, men týðiliga sæst, at liðið er nógv viknað.
Við sigrinum hjá KÍF í gjár er KÍF nú bara tvey stig aftanfyri Fleyr á triðjaplássinum, og tá bæði hava spælt aftur, er ikki óhugsandi, at tey hava lopið bukk, og KÍF er nummar trý, tí í næsta dystinum møtir Fleyr Mjølni, og KÍF møtir TB.
Dysturin í gjár var ein av teimum heilt spennandi, og t.d. endaði triðja sett við ikki minni enn 31-29.

Fleyr var fyri tað mesta omaná í fyrsta setti, men eftir at hava verið frammanfyri 20-17 mistu tær leiðsluna, og KÍF streyk avstað við settinum, sum endaði 25-23 eftir javnleik 21-21, 22-22 og 23-23.
Annað sett var ikki sørt margháttligt. Fyrst gjørdi KÍF eitt skarvslop og legði seg á odda 9-1, men Fleyr svaraði aftur og javnaði til 10-10 og fór framum 19-15. KÍF javnaði tó til 19-19 og fór framum 21-19, men megnaði bert at vinna ein bólt aftrat, og so vann Fleyr settið 25-22.
KÍF vann sær munagóða leiðslu í triðja setti, áðrenn Fleyr javnaði til 16-16, og eftir hetta skiftust liðini um at vera á odda. Fleyr fór framum 23-22, men KÍF vann tvey stig á rað og fekk settbólt. Men ikki fyrr enn KÍF hevði havt fimm settbóltar aftrat og Fleyr ein, eydnaðist KÍF at vinna settið 31-29.
Í fjórða setti gekk aftur javnt á, tó at Fleyr bara var á odda einaferð, 6-5. 20-16 leiðsla hjá KÍF tódnaði til 20-19, men Fleyr megnaði ikki at javna, og við triðja dystarbóltinum eydnaðist loksins KÍF at vinna settið 25-22.
Leygardagin vann TB tryggan 3-0 sigur á Drátti á Giljanesi við settúrslitunum 25-13, 25-12 og 25- 8.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr.
Lið
Dystir
Settmunur
Stig
1
9
15
22
2
Mjølnir
8
15
20
3
Fleyr
9
4
15
4
KÍF
9
-1
13
5
TB
8
-7
8
6
Dráttur
9
-26
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder