Orkan.fo skrivar:
Hetta kunnar Minesto um í gjárkvøldið. Fyritøkan sigur, at arbeiðið við at menna og útbyggja undirstøðukervið rundan um Dragon 12 drekan í Vestmanna er liðugt og hevur verið sera væleydnað.
Risadrekin kom úr Svøríki í fjør. Mynd Birgir Enni.
Neyðuga útgerðin, sum skal gera tað møguligt at seta stóra drekan til at framleiða sjóvarfalsorku inn á netið hjá SEV, er øll komin uppá pláss og er drekin nú klárur til streymframleiðslu.
Annars hevur streymframleiðslan frá Dragon 4 drekanum verið nøktandi bæði í november og desember um somu tíð sum nýggja skipann við stóra Dragon 12 drekanum hevur verið riggað til sigur Minesto.
Drekin, sum í fjør kom úr Gøteborg í Svøríki, er enn eitt týðandi stig í samstarvinum millum Minesto og SEV. Hann er munandi størri enn verandi drekin Dragon 4 og skal kunna framleiða 1,2 MW. Dragon 4 framleiðir 100kW.
Tað var í 2020, at Minesto sum tann fyrsta fyritøkan í heiminum fór undir at framleiða el inn á eitt net á landi. Fyritøkan vónar, at hon við samstarvinum við SEV kann nøkta 40% av samlaða elorkutørvinum í Føroyum.
Verkætlanin fevnir so eisini um at útbyggja sjóvarfalsorkuna fleiri staðni kring Føroyar og ein tann størsta er sett til at verða í Hestfirði.