Politikkur

Miðflokkurin hevði fyrradagin ísraelska vitjan

Talan var um vara sendimann ísraels til Keypmannahavnar, Jonathan Lebel, sum er í Føroyum á almennari vitjan í hesum døgum.

2024-08-30 06:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgtingsmennirnir hjá Miðflokkinum høvdu ein góðan og gevandi fund við vara sendimannin, sum vísti stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum eitt nú politikki og vinnulívi. Hann var sera bergtikin av føroyska tunnilskervinum.

Miðflokkurin er, øllum kunnugt, ein flokkur ið stuðlar og stendur saman við Ísrael og tí kom prátið eisini á støðuna í Ísrael eftir ræðuleikan tann 7. oktober.

Varasendimaðurin vísti sítt takksemi um stóra stuðulin Ísrael fær úr Føroyum, og vísti á samstarvsmøguleikarnir landana millum eiga at røkjast.

Á myndini eru Jenis Kristjan Av Rana og Steffan Klein Poulsen saman við ísraelska vara sendimanninum Jonathan Lebel.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder