Vinna

Methøg søla av elorku og methøg framleiðsla av burðardyggari elorku í 2023

.

2024-04-19 14:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Á aðalfundi hjá Sev í dag hevur nevndin lagt fram ársfrágreiðing og roknskap fyri árið 2023. Úrslitið fyri skatt var 64,8 mió. og eftir skatt 53,1 mió. kr. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið. 

Eftirspurningurin eftir elorku og harvið sølan av el er økt góð 5%, og setti met í 2023. Tað eru serliga alivinnan og privatkundar, sum standa fyri øktu søluni hjá Sev. Eisini kundabólkurin almennar tænastur keypti meira streym í 2023, meðan ein afturgongd var av elsøluni til framleiðsluvinnuna.

Elframleiðslan úr grønum orkukeldum var eisini hægri enn nakrantíð, tó at hon var lægri enn væntað. Grøna elframleiðslan var 230 GWt, sum svaraði til góð 50% av samlaðu elframleiðsluni. Orsøkin til, at grøna framleiðslan var lægri enn roknað við er, at nýggja stabiliserandi tøknin í meginøkinum var sett í rakstur seinni enn ætlað, og tí kom ikki so nógvur vindur til høldar, sum annars ætlað. Hetta merkti eisini, at oljuútreiðslurnar vóru hægri enn væntað.

Sev gjørdi íløgur fyri 210 mió. kr. í 2023. Størsti parturin, t.e. 70%, er íløgur í netið. M.a. battarístøðin á Sundi, umframt fyrireikingar til komandi útbyggingar. Fleiri nýggjar koplingsstøðir eru í umbúna, herundir tvær við battarískipanum ávikavist í Skálafirði og í Sandoynni.

Eitt stórt arbeiði er eisini gjørt við dagføring av netinum, m.a. við at leggja loftlinjur í kaðal. Á leið 100 km eru eftir av loftlinjum, sum skulu leggjast í kaðal, serliga í Streymoynni og Eysturoynni.


Krevjandi tíð fyri framman

Stórar íløgur standa fyri framman fyri at tryggja, at Føroya fólk fær tryggan og støðugan streym, hóast parturin av óstøðugum orkukeldum økist.

Tíðin styttist til 2030, og skal málið um 100% burðardygga elorku á landi røkkast, skulu fleiri útbyggingar gerast í nærmastu framtíð.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur almannakunngjørt ætlan fyri framtíðar útbyggingar á orkuøkinum, sum ein arbeiðsbólkur hevur latið úr hondum.

“Vit vóna og vænta, at ætlanin verður fylgd, og at ítøkiligar og smidligar mannagongdir m.a. fyri útboð, verða settar í verk, sum kunnu tryggja, at neyðugar útbyggingar verða gjørdar á ein skipaðan hátt, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.


Sí ársfrágreiðing og ársroknskap

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder