placeholder
Ítróttur

Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigursrøðini hjá Mjølni?

Í sjey ár á rað hava menninir í Mjølni vunnið føroyameistaraheitið í flogbólti, men í kvøld hava teir knívin á barkanum, tá ið sørvingar koma norður til Klaksvíkar at spæla aðru FM-finaluna, tí tapir Mjølnir, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir hinvegin – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi leygardagin.

2026-03-25 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mjølnir tapti tepurt 3-2 fyri SÍ í fyrstu finaluni sunnukvøldið, men hesa ferð halda teir seg hava betri møguleika at vinna dystin, tí í fyrra dystinum vantaðu teir tveir stuðulsleikararnir Steffan Rosenlund, sum var uttanlands, og Ólavur Johannesen, sum hevði skaða. Steffan er heimafturkomin, og Ólav vónar Mjølnir at hava lappað so frætt saman, at hann fær spælt.

Hjá SÍ verður ikki væntað, at 40 ára gamli veteranurin Jóhan Petur á Stongum verður við, tí hann fekk skaða í lærið í fyrru finaluni.

Í fjør vóru somu lið í finaluni, og eisini tá vann SÍ fyrstu finaluna, sum eisini var á Giljanesi. Men síðan vann Mjølnir aðru finaluna í Klaksvík og tryggjaði sær sjeynda føroyameistaraheitið á rað við 3-2 sigri í triðju og avgerandi finaluni á Giljanesi, eftir at hava tapt tey tvey fyrstu settini.


Polestar-deildin – 2. FM-finalan:
Mjølnir – SÍ
Mikukvøldið 25.  mars kl. 19 í Klaksvík


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder