Vinna

Matstovudagar 2022

Frá fríggjadegnum 18. februar til og við sunnudagin 27. februar 2022 bjóða átta matstovur í Havn inn til forkunnuga og forvitnisliga matskrá fyri niðursettan prís.

2022-01-31 18:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frá fríggjadegnum 18. februar til og við sunnudagin 27. februar 2022 bjóða átta matstovur í Havn inn til forkunnuga og forvitnisliga matskrá fyri niðursettan prís. Ja, tú sparir upp í 50%. Hetta er eitt gott høvi at royna nýggjar matupplivingar, sum tit annars ikki høvdu givið tykkum far um.


Á Matstovudøgum hevur tú møguleika at royna nakrar av bestu matstovunum í Havn fyri ein betri prís. Allar luttakandi matstovur bjóða tríggjar rættir fyri einans 350 kr. fyri hvønn. Til ber eisini at bíleggja fimm rættir fyri 500 kr. á útvaldum matstovum.


Gerið tykkum til reiðar at bíleggja borð, tá bókingarskipanin letur upp týsdagin 1. februar kl. 10. Vel millum átta matstovur, bíleggið pláss á matstovudagar.fo, og etið tykkum mett á tykkara yndis matstovu fyri einans 350 kr.


Vit gleða okkum okkum at síggja tykkum til Matstovudag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder