Vinna

Mathias Voss til 07 Vestur úr Vejle BK

Í 07 Vestur verður framhaldandi arbeitt við at styrkja liðið, og nýggjasi leikarin eitur Mathias Voss, sum flytir til felagið úr Vejle BK, sum spæla í donsku superliguni.

2022-02-02 21:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mathias er uppvaksin í Herning Fremad og síðani í FC Midtjylland, men flutti til Vejle har hann koma á akademiið. Í hesi tíðini fekk hann eisini nakrar dystir á donsku U18 og U19-landsliðunum, umframt debut á besta liðinum hjá Vejle, í steypakappingini.


Ungi danin hevur spælt mest í høgru síðu, mest í verjuni, men eisini í høgru síðu á miðjuni, har vit helst skulu vænta at síggja hann hjá 07 Vestur.

Mathias er komin til landið, og er longu við í kvøld í venjingardystinum á Toftum móti B68.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder