
Vit søkja eftir manning til tvíkiljuna "Agnavík", sum skal vaska nótir á alibrúkum okkara kring oyggjarnar.
Umsóknarfreistin er hósdagin 7. apríl 2022.
Manning til "Agnavík"
Vit søkja eftir manning til tvíkiljuna "Agnavík", sum skal vaska nótir á alibrúkum okkara kring oyggjarnar. "Agnavík" er tvíkilja frá 2020, sum nú er umbygd til nótavask, og hevur fingið ísettar tveir ROV-nótavaskarar, sum verða koyrdir frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Tvíkiljan er 137BT og hevur eina framtøkumegi á 602KW. Hon hevur tveir framdriftsmotorar og tveir generatorar, sum dríva pumpurnar til nótavaskararnar.
Tú gerst partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.
Vit sóknast eftir manning við hesum førleikum:
Skipari
• Vinnubræv sum Heimaskipari við handilsskipum, STCW-reg. II/3,5
• Radioloyvi
• Heilsuprógv & Trygdarskeið
Søk starvið her
Stýrimaður
• Vinnubræv sum Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum, STCW-reg. II/3,3
• Radioloyvi
• Heilsuprógv & Trygdarskeið
Søk starvið her
Dekkari við vaktarhaldsprógvi
• Vinnubræv til vaktarhald, STCW-reg. II/4
• Heilsuprógv & Trygdarskeið
Søk starvið her
Vangamynd
Tú hevur viðkomandi útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tú ert áhugaður at arbeiða við djórum og djóravælferð.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.
Vit bjóða
Talan er um áhugaverd størv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um størv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag / Sjómannadeild FF's.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til [email protected].
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna undir viðkomandi starvi.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er hósdagin 7. apríl 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald