2024-08-28 14:52
Mánadagin 2. september leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Tórshavn klokkan 10.00.
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Limir í Búskaparráðnum eru:
Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.
Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald