
Havstovan skrivar:
Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í grunnu økjunum á føroyska landgrunninum vóru millum fá og eingi egg at síggja (Mynd 1).
Seinast makrelgýting var kannað kring Føroyar var í 2019, og tá vórðu munandi færri egg í økinum. Tó at kanningarøkið ikki er tað sama, so bendir hetta á, at nøgdirnar av makreleggum kring Føroyar eru størri í 2022 enn í 2019.
Kanningin hjá Jákup Sverra var partur av felags kanningum, sum verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar í tíðarskeiðnum februar til juli. Umframt Føroyar luttóku Danmark, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.
Ein samlað meting av makrelgýtingini verður gjørd í august, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd. Tí ber ikki til at siga enn, hvat føroysku úrslitini merkja fyri makrelstovnin.
Túrfrágreiðing kann lesast her.
Sólvá Káradóttir Eliasen, kanningarleiðari.
![]() |
Mynd 1. Nøgdin av makreleggum, avmyndað sum sirklar. “x” merkir, at einki makrelegg varð funnið. Bláir ferningar vísa trolstøðir. Litirnir á myndini vísa vatnskorpuhita, máldan við fylgissveini vikuna frammanundan, kanningarnar byrjaðu. Makrelur gýtir vanliga ikki í sjógvi kaldari enn 6° C, og tað sæst eisini á myndini, at fá/eingi egg eru, har vatnskopuhitin liggur niður móti 6° C. |
![]() |
Mynd 2. Dømi um prøva við makreleggum á ymsum búningarstigum. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald