Annað

Løgreglan kannar framvegis hendingina í Vestmanna

Løgreglan er fáorðað um hendingina í Vestmanna leygardagin.

Mynd: Jens Kr. Vang / Portal.fo

Mynd: Jens Kr. Vang / Portal.fo

2026-05-18 07:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin leygardagin var ein samanstoytur millum ein skjóttgangandi bát og Brimil. Sum skilst sigldi tann skjóttgangandi báturin inn í síðuna á Brimli.

Men síðani tá hava almennu myndugleikarnir verið sera fáorðaðir.

Stutta viðmerkingin frá vakthavandi á løgreglustøðuni í morgun er, at tey kannað framvegis málið.

Sum skilst vóru fólk flutt á sjúkrahúsið bæði við bjargingartyrluni og sjúkrabili.

MRCC hevði skrásett hendingina á heimasíðuni hjá teimum leygardagin, men í gjár sást einki um hendingina á mrcc.fo.

Dagført kl: 08:49: MRCC hevur nú lagt hendingina út aftur á heimasíðuna hjá teimum:

MRCC skrivar: Bátur rent inn á síðuna á Brimli. Ein persónur fluttur á LS við tyrlu. Hini umborð flutt í land og síðani við sjúkrabili til LS við smærri snuddum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder