Politikkur

Løgmaður verður loystur úr starvi fyrrapartin

Løgmaður fer at handa løgtingsforkvinnuni umbøn um at verða loystur úr starvi klokkan 9.

Mynd: Jens Kr. Vang / Portal.fo

Mynd: Jens Kr. Vang / Portal.fo

2026-03-28 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú um ein lítlan tíma hevur Aksel V. Johannesen, sum er sitandi løgmaður, avtalað fund við Bjørt Samuelsen, sum er løgtingsforkvinna til nýggja løgtingið tekur við.

Á fundinum fer løgmaður, at handa løgtingsforkvinnuni umbøn um at verða loystur úr starvi.

Bjørt Samuelsen sigur í morgun, at hon fer síðani at kalla forfólkini í flokkunum til ráðførslu um hvønn tey peika á sum samráðingarleiðara.

Tey koma á fund ein og ein, eftir floksstødd. Teir fundirnir byrja kl 11.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder