2026-06-23 13:00
Sandavágs Bygdasavn og Fornminnafelag skrivar á Facebook:
LESTRARBÓKIN HJÁ SUÐUROYAR-DÁNJALI KOMIN ”HEIM”
23. juni 2026
Í dag var stórfingin løta í húsum Suðuroyar-Dánjals, tá Lars Bøgh Vinter við frú og vinarpørum var á vitjan. Við teimum var eisini Flemming Augustinussen mammubeiggi Lars.
Við sær hevði Lars gávu til húsið, ein lestrabók hjá Suðuroyar-Dánjali frá 1852 og grindaknív hjá Kristiani, ið var miðlingasonur Dánjal og Amaliu.
Lars er sonur Odu Augustinussen og er sostatt í 7. lið eftir Amaliu og Suðuroyar-Dánjal. Oda var dóttur Dagmar, ættað úr hesum húsinum og Bernhard Augustinussen úr Vági
Tá vit spurdu Lars, hvør orsøkin var til hesa stórfingnu gávu, segði hann, at sjálvt um hann er føddur og uppvaksin í Danmark, fylgir hann við í øllum tí vit takast við í Sandavági. Bæði inni á facebook-síðuni Sandavágs Bygdarsavn og Fornminnafelag, Sandavágur - gamlar myndir á facebook og ikki minst inni á jn.fo dagliga, so hann veit til eina og hvørja tíð nær tað eru grindaboð í Føroyum, leggur hann skemtandi afturat.
Og tí helt hann at tíðin var komin til at fáa lestrarbók og grindaknív aftur á rætta stað
Og leggjast kann afturat, at hann tosar ræði føroyskt.
Vit takka danska ferðalagnum úr Holte norðanfyri Keypmannahavn fyri vitjanina.
Sandavágs Bygdarsavn og Fornminnafelag
Sí fleiri myndir á Facebook -
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald