Vinna

Lisbeth Nebelong við nýggjum søgum úr Føroyum

- vitjar Føroyar 8. -29. apríl OBS: Fiskastykkið í Sandavági 18. apríl kl. 19-21 saman við Elin Brimheim Heinesen

2024-04-15 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv

Føroyar eru sjáldsamur gestur í donskum bókmentum, men nú er høvundurin handan 'Færø Blues Trilogien' klár við stuttsøgukringinum 'Sonate for sorgfulde hjerter', sum umframt í Føroyum ferðast í Íslandi og Norðurnoregi.
'Sonate for sorgfulde hjerter' fagnar lívið og kærleikan. Sjey samantvinnaðar søgur úr Norðri um náttúru, tónleik og ferðir, sum fáa slóðbrótandi týdning. Rithøvundurin vevar allar sjey søgurnar saman, so at tær umframt at standa sterkt hvør sær kunnu lesast sum ein framhaldandi forteljing, íð angar av Norðuratlantshavi.
Lisbeth Nebelong, fødd 1955, búði trý ár í Havn sum barn og ung, og debuteraði í 2003 við 'Når engle spiller Mozart'. í 2008 kom 'Færøblues', í 2014  'Møde i mol', og í 2016 komu allar tríggjar skaldsøgurnar út í einum tríverki sum 'Færø Blues Trilogien'. Síðani 2010 hevur hon eisini skrivað 'Turen går til Færøerne'.

Her vitjar Lisbeth við nýggja stuttsøgukringinum:

Mikudagin 10. apríl kl. 19: Bókaframløga í HNJ/Paname í Havn

Hósdagin 11. apríl kl. 16.30 til 18: Bókaframløga og myndafrásøgn á Klaksvíkar bókasavni.

Týsdagin 16. apríl kl. 19.30 til 21: Bókaframløga og myndafrásøgn á Bókasavninum við Løkin.

Hósdagin 18. apríl frá 19.30 til 21: Bókaframløga á Fiskastykkinum í Sandavági. Elin Brimheim Heinesen undirheldur við sangi og tónleiki.

Leygardagin 20. apríl kl. 15 til 17: Bókaframløga á Café MorMor á Tvøroyri. Kristian Holbæk (sang) og Óli Holbæk Mortensen (guittar) undirhalda.

Sunnudagin 28. apríl kl. 15 il 17: Bókaframløga á Café Mølini í Skálavík. Bjartur Leo Niclasson (guittar) undirheldur við tónleiki. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder