
Starvið
Stovnurin er skipaður í vøggustovur og barnagarðsstovur. Í løtuni eru uml. 100 børn í aldrinum 0-7 ár.
Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at samstarva við og leiða dugnalig og eldhugað starvsfólk og saman við teimum at seta dám á virksemið í stovninum.
Vit vænta, at tú
- hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi
- hevur førleika at taka avgerðir, arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki vilt virka fyri einum fjølbroyttum og tryggum gerandisdegi
- saman við starvsfólkunum tryggjar trivnað og fakliga menning
- leggur dent á gott samskifti við foreldur, avvarðandi, starvsfólki, kommunu og aðrar myndugleikar
- hevur telduførleika og lætt við at orða teg munnliga og skrivliga
Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun.
Lønar- og setunarviðurskiftir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til varðaleiðaran á tlf. 233237 ella teldupost: [email protected]
Umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 360 Sørvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 20.04.2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald