
Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2022 at rokna:
- Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna avlopstímar og niðursetta tíð skúlaárið 2022-2023
- Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,70) skúlaárið 2022-2023
Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2022
Søkt verður eftir lærarum, sum:
- Hava læraraútbúgving
- Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- Duga at samstarva og eru fyrikomandi
- Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
- Eru við til áhaldandi at menna skúlan
- Eru stundisligir og nærlagdir
- Tola broytingar
- Hava góðar KT-førleikar
Okkum tørvar:
- Lærarar, sum kunnu undirvísa í: støddfrøði í innskúling og hádeild, alis- og evnafrøði, náttúru-og tøkni, donskum, ítrótti, svimjing, smíð og tónleiki
- Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut
- Orðblindalærara
Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Eftir 1. juni 2022 verður barnaváttan kravd.
Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 31. mai kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.
Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald