Tíðarskeiðini fyri veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski eru harvið longd.
Fyri økini 1, 2, 3, 5 og 6 sambært kortinum niðanfyri verður frameftir galdandi, at tíðaravmarkaða veiðibannið í gýtingartíðini er frá 1. februar til 1. mai.
Viðvíkjandi øki 1 er økið undantikið friðingini, har veiða eftir havtasku við troli við fiskiførum við framtøkumegi minni enn 500 HK fer fram. Talan er um eitt djúpt øki í syðra parti av gýtingarfriðaða økinum. Toskur gýtur tí ikki har, og undantakið hevur lítlan týdning fyri at verja gýtingina hjá toskinum.
Viðvíkjandi øki 4 og 7 er ein orðing strikað, sum hevur við sær, at endadagurin nú ikki skal roknast við í gýtingartíðarskeiðið. Hetta merkir, at veiðibannið fyri øki 4 nú er til 15. mai, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 15. mai. Fyri øki 7 er veiðibannið nú til 1. apríl, t.v.s., at fiskiskapurin kann byrja aftur 1. apríl.
Á Føroyabanka (øki 8) verður friðað í tíðini frá 15. februar til 15. mai.
Øll tíðarskeið byrjað og/ella enda 1. og 15. í mánaðinum fyri at gera tíðarskeiðini lættari at skilja og umsita.
Byrjanardagurin í tíðarskeiðinum er við í friðingartíðarskeiðinum, meðan endadagurin ikki skal roknast við í friðingartíðarskeiðið.
Kort.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald