Slíkar umvælingar umborð á skipum eru vanligar, men tað serliga við hesari uppgávuni var at vektin á nótaleggjaranum lá um 26 tons. Nótaleggjarin er stóri kranin, ið stendur miðskips afturi á reyv á skipinum, og avbjóðingin hesaferð var at fáa hann í land, soleiðis at umvælingararbeiðið kundi fara fram.
Nótaleggjarin varð lyftur í land við stórum mobilkrana hósdagin tann 21. desember. Umvælingarnar fevndu m.a. um linjuboringar gjøgnum vangarnar til tann eina boltin á høvuðsbumminum, umframt framleiðslu og útskifting av búsningum og hydraulikk slangum annars.
Birgir Samuelsen, tekniskur leiðari hjá KJ, lat sera væl at arbeiðinum umborð á Gøtunesi, og hann staðfestir, at við hollari vitan og góðum førleikum, kunnu slík arbeiðir gerast skjótt og gott. “Við dugnaligum starvsfólkum og hollari vitan, standa vit í fremstu røð tá tað viðvíkur sýning, umvæling og sølu av kranum til maritimu vinnuna”, sigur Birgir.
Mikudagin 3. januar stóð nótaleggjarin umborð aftur á Gøtunesi, og skipið kundi loysa og fara á svarkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, stutt eftir miðnátt tann 4. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald