2025-11-13 07:54
Hotel Djurhuus-deildin:
KÍF – Fleyr 3-1 (25-23, 23-25, 25-15, 25-13)
Hóskvøldið kundi Fleyr við sigri á KÍF taka fyrstaplássið aftur frá SÍ í Hotel Djurhuus-deildini, men havnarkvinnurnar, sum undan dystinum høvdu fult stigatal, vórðu sendar so nakkalangar aftur til Havnar, tí KÍF vann 3-1

Gongdin hjá KÍF hevur annars verið eitt sindur trilvandi, og hóast bæði TB og Mjølnir fingu harða mótstøðu fyrr í kappingini, so megnaði KÍF ikki at vinna nakran dyst fyrr enn sunnukvøldið ímóti botnliðnum Drátti. Nú er sigurstalið tvífaldað.
KÍF legði seg á odda við trimum stigum í fyrsta setti, áðrenn Fleyr javnaði til 10-10 og fór framum 19-17 og 23-21. Men við fýra stigum á rað gjørdi KÍF bart og vann settið 25-23, har síðsta stigið kom við einum serviessi frá Arianu Pereyra.
Annað sett var meinlíkt tí fyrsta, men við øvutum forteknum. Fleyr var á odda við fýra stigum, áðrenn KÍF javnaði til 15-15. Fleyr var eisini frammanfyri 23-21, men mundi mist takið, tí KÍF javnaði til 23-23, áðrenn Fleyr vann 25-23, har settbólturin var ein netrullari frá servuni frá Helenu Skylv Hansen.

Við tveimum jøvnum settum var lagt upp til rættiligan spenning, kanska ein fimmsettara, men soleiðis skuldi ikki verða, tí KÍF var púra einaráðandi tey bæði næstu settini.
Sum eitt óløgi fór KÍF framum 10-3 í fjórða setti, og brátt kundi Elsa Samuelsen smassja settið heim til 25-15.
Og hvaðna verri skuldi tað gerast hjá Fleyr í fjórða setti, har Fleyr fylgdi við til 7-7, áðrenn skriðan leyp. Við m.a. trimum serviessum á rað frá Sesiliu Johnsdóttir Prior fór KÍF framum 15-9 og síðani 20-10, áðrenn Sanvanna Onghamar Ragnvaldsdóttir langaði seinasta bóltin í blokkin og gólvið hjá Fleyr til 25-13.
Toppskorari hjá KÍF var amerikanska Daria Burrows við 22 stigum. Argentinska Ariana Pereyra fekk 14 og Elsa Samuelsen 12. Hesar tríggjar áttu eisini tveir blokkar í part. Sesilia Johnsdóttir Prior átti fýra serviess.
Hjá Fleyr var Helena Skylv Hansen toppskorari við 14 stigum. Í blokkinum var Bára Leonsson Mouritsen best við trimum.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 4 | 7 | 10 |
2 | Fleyr | 4 | 6 | 9 |
3 | Mjølnir | 4 | 4 | 8 |
4 | KÍF | 5 | -1 | 7 |
5 | TB | 4 | -2 | 5 |
6 | Dráttur | 5 | -14 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald