Ítróttur

KÍ er føroyameistari

KÍ vann 2-1 á 07 Vestur á Dungasandi

2025-10-03 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍ vann fyri løtu síðani meistaraheitið nummar 22. KÍ hevur í kvøld verið á vitjan hjá 07 Vestur á Dungasandi.

KÍ vísti ikki í kvøld gott meistaraspæl, men vunnu dystin 2-1, og kunnu tí feira meistaraheitið nummar 22.

Árni Frederiksberg legði KÍ á odda tíðliga í 2. hálvleiki. 

Casper G. Hansen javnaði fyri 07 Vestur tá ið lítil tími var leiktur.

Páll Klettskarð legði KÍ á odda 2-1 tá ið eitt korter var eftir av dystinum. Páll fekk beinleiðis reytt kort 10. minuttir seinni fyri kjaftaslit.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder