2024-01-22 11:24
Tað er komið fyri, at fólk hava goldið privat fyri fiskiloyvi, sum ikki er til, og hetta er sjálvandi sera óheppið.
Vørn skal í hesum sambandi heita á fólk um altíð at venda sær til Vørn, áðrenn nøkur sølu fer fram.
Vørn skal eisini vísa á, at fiskiloyvi í bólki 5 einans kann flytast til ein annan bát, um bátur verður skiftur út ella seldur, sbrt. § 32, stk. 1 og 3 í sjófeingislógini. Fiskiloyvi í bólki 5 kann ikki seljast einsamalt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald