Ítróttur

Kevin skal røkja plássið sum vongbakkur hjá 07 vestur

07 Vestur hevur skrivað sáttmála við norðmannin Kevin Egell-Johnsen.

2024-01-11 09:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Kevin Egell-Johnsen er 23 ára gamal. Hann leikar sum høgri vongbakkur. Hann er uppvaksin í Stathelle í Noregi, sum liggur næst Sandefjord.

í 2017, sum 17 ára gamal, kom hann til ODD. Hann spældi nógvar dystir á næstbesta liðnum hjá ODD, til hann í 2019 fekk sáttmála sum yrkisleikari.

Tá Kevin skrivaði undir yrkissáttmála við ODD, segði hann, at sjálvt um hann spælir sum høgri bakkur, dámar honum best at koma fram at skjóta innlegg.

Venjarin hjá ODD segði tá, at Kevin er ein spælari við góðum fysikki. Hann er sterkur, harður, hevur “drive” og er ferðmikil. Kevin verður lýstur sum ein vongbakkur við modernaðum spælistíli.

Í 2022 vóru Kevin og Gilli Rólantsson liðfelagar í ODD. Kevin hevur eisini verið liðfelagið hjá John Fredriksen í Arendal.

Kevin hevur spælt 10 dystir í bestu norsku deildini, 19 dystir í næstbestu norsku deildini og 88 dystir í triðbestu deildini.

Vit ynskja Kevin hjartaliga vælkomin í felagið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder