Tín Lásasmiður var stovnað í 2020 av Marjusi Hansen, ið frammanundan hevði fleiri ára royndir sum lásasmiður í Føroyum. Síðan stovnan hevur fyritøkan veitt lásaskipanir til fleiri stórar verkætlanir - eitt nú kann nevnanst Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.
”Hettar er ein liður í at vaksa um virksemið hjá KBI sum veitari til vinnuna í Føroyum. Við framkomnum lásaskipanum kunnu vit nú bjóða okkum fram sum undirveitari hjá byggivinnuni til stórar og smáar byggiverkætlanir” sigur Rói Clementsen, stjóri í KBI.
Tín Lásasmiður verður nú løgd saman við KBI, har Marjus Hansen kemur at mynda nýggju lásadeildina.
"Vit fegnast um at bjóða Marjusi Hansen vælkomnum í starvsfólkahópin hjá KBI. Tá ið tað snýr seg um lásaskipanir, so hevur hann ikki sín javnlíka, og hetta fer avgjørt at gagna viðskiftafólkunum hjá KBI" leggur Rói afturat.
KBI hevur í hesum viðfangi eisini fingið løggilding at umboða Ruko-lásaskipanir. Ruko er kent víða, og tey, sum kenna Ruko, vita, at hetta er ein hin fremsti framleiðarin av lásaskipanum – og úrvalið fevnir um alt frá mekaniskum loysnum til tær framkomnastu, elektrisku trygdarskipanirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald