Vinna

Kanningarárið hjá Jákup Sverra byrjaði í gjár

Í gjár byrjaði Jákup Sverri sítt næsta kanningarár. Á fyrsta rannsóknartúrinum í 2022 verður reyðæti í Bankarennuni kannað og túrleiðari er Eilif Gaard.

2022-02-03 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kanningin verður gjørd í sambandi við ein møguligan fiskiskap eftir reyðæti í framtíðini. Endamálið er at kanna, hvussu nógv reyðæti er á ymiskum dýpum, hvussu nógv reyðæti fer ígjøgnum rennuna, hvagar reyðætið fer, tá tað rekur út úr Bankarennuni um veturin og hvussu væl reyðæti tolir skiftið frá køldum til heitari sjógv, eftir at tað er rikið út úr Bankarennuni.

Øll sigliætlanin hjá Jákup Sverra í 2022 sæst her, tað skrivar Havstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder