Vinna

KAF sigur nei til skipað viðurskifti

Maskinmeistarafelagið slepti at kalla øllum øðrum krøvum fyri at fáa greiðar ásetingar um arbeiðstíðina í sáttmálan, men tað vil KAF ikki. Formaðurin í felagnum undrast á, hví KAF ikki vil hava skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum

2024-09-04 08:10 Author image
-
placeholder

Maskinmeistarafelagið: Semingsmaðurin hevur seinnapartin kastað frá sær í royndini at fáa semju millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.

Í Maskinmeistarafelagnum undrast tey stórliga, at KAF ikki hevur verið til at vika, men bara vent øllum ynskjum í hurðini. Tí knúturin í samráðingunum er ikki krøv um stórar lønarhækkingar, men eitt einfalt krav hjá Maskinmeistarafelagnum um at fáa skipað viðurskifti á sáttmálaøkinum.

Ítøkiliga snýr tað seg um eitt krav um at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur ásettar í sáttmálanum. Reglur, sum definera arbeiðstíðina – og harvið eisini frítíðina hjá starvsfólkunum – og áseta karmar fyri eitt nú arbeiði í vaktum.

Sáttmálabrot

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er stórliga bilsin, í felagnum eru tey ikki í iva um, at tað er í stríð við galdandi sáttmála, soleiðis sum vaktararbeiðið hjá SEV verður praktiserað og umsitið í dag.

- Hjá SEV hava tey vaktarskipanir í dag, sum greitt bróta við sáttmálaásetingarnar, og tær eru ongantíð góðkendar av Maskinmeistarafelagnum. Fingu vit semju um arbeiðstíðarreglurnar, høvdu vit kunna gjørt tað lógligt, sum í dag er ólógligt.

- Men okkurt bendir á, at KAF vil hava kaos á økinum, so tey betur kunnu manirera við fólkinum, sum tey finna tað fyri gott. Eg dugi í hvussu er ikki at síggja nakra skilagóða grundgeving fyri at siga nei til skipað viðurskifti, sigur hann.

Sjálvt um semingsroyndin er slitnað, fara maskinmeistararnir hjá SEV og IRF ikki til hús beinanvegin. KAF hevur ikki lýst verkbann, og Maskinmeistarafelagið hevur ikki lýst verkfall.

- Vit hava bíðað síðan 1. oktober 2022, tá verandi sáttmáli gekk út, so vit kunnu saktans bíða eitt sindur afturat. Tað fyrsta, vit gera nú, er í hvussu er at bjóðað okkara limum á hesum sáttmálaøkinum til kunnandi fundir, har vit greiða teimum væl og virðiliga frá støðuni, sigur Arnfinn Bech.

--

(MYND, Arnfinn 1 ella Arnfinn 2)
- Okkurt bendir á, at KAF vil hava kaos á økinum, so tey betur kunnu manirera við fólkinum, sum tey finna tað fyri gott. Eg dugi í hvussu er ikki at síggja nakra skilagóða grundgeving fyri at siga nei til skipað viðurskifti, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder