2022-05-18 21:08

07 Vestur: Bert 16-ára gamli Julian Mouritsen kom av beinkinum fyri Jasper Van Der Heyden í 4-1 sigrinum á útivølli móti TB í steypakappingini í kvøld, og ungi sandavágsmaðurin fekk sostatt sínar fyrstu minuttir á besta liðinum hjá barndómsfelagnum.
Tað eru júst 10 dagar síðan at floksfelagin og viðleikarin á U17-liðinum, Jón í Horni Nielsen, fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðinum. Tað var í Gundadali móti B36.
Báðir hava eisini spælt fleiri dystir í 1. deild, umframt at spæla á U17-liðinum. Vit ynskja teimum báðum blíðan byrð, og gleða okkum at síggja teir umboða felag okkara ein annan dag. Hjartaliga tillukku!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald