2025-10-25 17:14
07 Vestur tók seinnapartin ímóti EB/Streymi. Dysturin endaði 3-3, og við tað at B36 vann á FC Suðuroy, so er 07 Vestur í Betri-deildini komandi ár eisini.
Vit tosaðu við ítróttastjóran í 07 Vestur aftaná dystin. Jón Nordendal segði, at eini 12 spælarar hava sáttmála til komandi ár, og í kvøld verður ein nýggjur spælari kunngjørdur.
Jón segði at seinastu løtuna gekk hann bara í skiftirúminum og taldi sekundir.
Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald