Mentan

Jólamaðurin er afturkomin

Íslendski sangarin og undirhaldarin Geir Ólafsson hevur endurinnspælt gamla slagaran "Jólamaðurin kemur í kvøld". Í hesum sambandi hevur hann eisini spælt inn eitt spildurnýtt sjónbandalag, ið er upptikið í gomlu Havnini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-16 21:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Geir er ein íslendskur sangari og undirhaldari, í Føroyum er hann best kendur fyri fyrru útgávuna av  "Jólamaðurin kemur í kvøld", sum varð spæld inn sum ein tøkk fyri hjálpina, ið Føroyar veitti íslendingum í fíggjarkreppuni. 

Geir Ólafsson er tiltikin fyri sín  karismatiska framførslustíl og tónleik, sum ofta blandar popp, rokk, siðbundnar íslendskar sangir og enntá italskar ariur. 

Upprunaliga útgávan varð gjørd í samstarvi við Elis Poulsen sála. 

Á nýggju útgávuni er tónleikurin innspældur og lagdur til rættis av víðagitna Don Randi í Los Angeles. Songrøddin er upptikin av Finni Hansen í Havn. Tey sum spæla við eru:  Tom Brechtlein, á trummum,  Chris Roy á bassi,  John Depatie á gittari, Don Randi á klaveri, Pete Korpela á slagverki, og røddina eigur Geir Ólafsson.

Nudlavirkið hevur gjørt sjónbandalagið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder