Vinna

Jógvan Fríðriksson, biskupur, er boðin til hátíðargudstænastu

Tað er Fríðrikur kongur, ið hevur umbiðið gudstænastuna, og fer kongafamiljan at luttaka.

2024-01-21 12:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Jógvan Fríðriksson, biskupur, er boðin til hátíðargudstænastu í Århus Domkirke í dag, í samband við at danska kongaríkið hevur fingið nýggjan kong.
Tað er Fríðrikur kongur, ið hevur umbiðið gudstænastuna, og fer kongafamiljan at luttaka.
Biskupur verður í grønu bispakápuni, sum Allan Havsteen Mikkelsen hevur teknað. Tita Vinter hevur vovið kápuna, og Mona Jensen hevur seymað. Spennið hevur Tummas Arge gjørt.
Grøna bispakápan var fyrstu ferð tikin í nýtslu í 1989.
Neyvt samstarv er millum føroysku fólkakirkjuna og donsku stiftini, og eitt nú luttekur biskupur javnan á bispafundum í Danmark.
Hátíðargudstænastan verður víst beinleiðis á DR nú kl. 13.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder