Mentan

James Carothers á ársins Country festival

- Nashville ‘Honkey-Tonk’ sangarin, James Carothers, kemur til Føroya at spæla fyri tykkum á Country Festivalinum 2024

2024-03-12 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

James er kendastur fyri framførslur sínar í Nashville, har hann síðan 2015 hevur framført til fleiri enn 2.000 konsertir á millum annað vælkendu AJ’s Good Bar, The Nashville Palace og Music City Bar, samstundis sum hann hevur framført á palli í londum so sum Kanada, Japan, Skotland og Norra. Størsti dreymurin bleiv uppfyltur, tá hann í 2020 bleiv boðin á pall í víðakenda ‘Grand Ole Opry’ fyri túsundavís av áskoðarum. Sama ár bleiv hann útvaldur av navnframa Allan Jackson at hita upp til konsert sína á ‘Bridgestone Arena’ í Nashville. Hetta er ein av størstu Country sangarunum, ið Nashville hevur at bjóða, so takið væl ímóti honum á palli í Sørvági í 2024.

Atgongumerki eru til sølu á country.fo

"Country Festivalurin - Har Country hittini, hittast”


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder