
Sendinevndin er partur av føroyskt-íslendska handilskamarinum, sum varð sett á stovn í 2012 við tí endamáli at styrkja um samhandil og búskaparligt samstarv millum londini. Endamálið við vitjanini er at fáa innlit í føroysk viðurskifti, og í hesum sambandi eisini vitja føroysk virki og fyritøkur. Landsstýrismaðurin møtti sendinevndini og gav innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni.
Landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin høvdu síðani ein fund sínámillum um felags áhugamál, viðurskiftini millum londini og møguleikar at styrkja um samstarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald