Ítróttur

Ísland vann 3-0 á Føroyum

Silvurligan, kvinnur:Føroyar - Ísland 3-0 (19-25, 18-25, 18-25)

Mynd: CEV

Mynd: CEV

2025-06-15 10:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í seinasta mánaði sóu vit í venjingardystunum ímóti Íslandi, at Ísland hevði munin, og tað hevur Ísland framvegis, eftir at føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti í gjárskvøldið tapti 3-0 fyri grannunum fyri vestan. Tó var dysturin spældur í Luksemborg, sum er vertur í triðja og seinasta umfarinum í Silvurliguni.

Í løtum stóðu Føroyar Íslandi kurl, men samanumtikið vann Ísland tryggan 3-0 sigur.

Tað vóru tó Føroyar, sum løgdu fyri við at leggja seg á odda 4-1, men seks bóltar seinni var Ísland frammanfyri 7-4. Tann munurin vaks upp í 20-10, áðrenn Føroyar pyntaðu nakað um úrslitið av settinum, sum Ísland vann 25-19.

Føroyar løgdu seg aftur á odda í øðrum setti, 7-3, men næstu 10 bóltarnar vunnu Føroyar bara ­ein, og so gjørdist støðan 12-8 til Ísland.

Føroyar fótaðu sær tó aftur og javnaðu til 16-16, men eftir at Ísland hevði lagt seg á odda 19-18, setti Ísland propp í og vann teir næstu seks bóltarnar og settið 25-18.

Føroyar høvdu tó ikki mist mótið og fylgdu við til 13-13 í triðja setti. Men so kom skrædlið, tí við seks stigum á rað fór Ísland framum 19-13, og so var bara ein spurningur um tíð, til Ísland hevði vunnið 25-18.

Fyri Føroyar stóð Anja S. Danielsen fyri 9 stigum og Hanna A. Olsen fyri 7.

Sunnudagin kl. 16 spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini ímóti Luksemborg, sum fyrradagin tapti 3-2 fyri júst Íslandi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder