Hagstovan:
Innflutningurin fyri fyrra hálvár 2024 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,1 milliard krónur. Innflutningsvirðið minkaði 852 milliónir krónur.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 72 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 574 millión krónum, ella 31 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar
Januar – juni 2023/2024
januar – juni | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 5.967,0 | 5.114,6 | -852,4 | -14,3 |
0 - Matvørur og livandi djór | 1.350,4 | 1.218,6 | -131,8 | -9,8 |
1 - Drykkjuvørur og tubbak | 66,6 | 67,0 | 0,4 | 0,6 |
2 - Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni | 186,9 | 134,2 | -52,7 | -28,2 |
3 - Brennievni og aðrar oljur | 891,5 | 819,7 | -71,8 | -8,1 |
4 - Djóra- og plantuoljur | 66,0 | 64,2 | -1,8 | -2,8 |
5 - Evnafrøðiligt tilfar | 441,8 | 450,3 | 8,5 | 1,9 |
6 - Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni | 654,5 | 629,8 | -24,7 | -3,8 |
7 - Maskinur, motorar, skip og akfør | 1.853,7 | 1.279,6 | -574,1 | -31,0 |
8 - Ymsar aðrar framleiddar vørur | 455,4 | 451,1 | -4,3 | -1,0 |
9 - Vørur, ikki neyvari flokkaðar | 0,1 | 0,1 | 0,0 | 70,2 |
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 271 millión krónur, ella sløk 11 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 119 milliónir krónur, ella sløk 6 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar
Januar – juni 2023/2024
januar – juni | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 5.966,9 | 5.114,6 | -852,4 | -14,3 |
Endalig nýtsla | 2.550,5 | 2.279,5 | -271,1 | -10,6 |
Nýtsla í framleiðsluni | 2.128,9 | 2.009,8 | -119,2 | -5,6 |
Landbúnaður; skógbrúk; fiskivinna; matur; drekka; tubbak | 694,2 | 642,3 | -52,0 | -7,5 |
Námsvirki; grótbrot; reinsingarstøð; brennievni; evnindi; ravmagn; vatn; rusk viðgerð | 121,9 | 121,1 | -0,8 | -0,6 |
Byggivirki; timbur; glas; grót; metal; bústaðir; eltól; húsbúni | 751,8 | 679,1 | -72,7 | -9,7 |
Vevnaður; klædnavørur; skógvar | 96,7 | 126,1 | 29,4 | 30,4 |
Flutningstól og -tænastur; ferðing; posttænastur | 243,6 | 203,7 | -39,9 | -16,4 |
KST; miðlar; teldur; handils- og fíggjartænastur | 29,8 | 29,8 | 0,0 | 0,1 |
Heilsa; heilivágur; útbúgving; mentan; ítróttur | 182,8 | 200,0 | 17,2 | 9,4 |
Tað almenna; hervald og annað | 8,2 | 7,8 | -0,5 | -5,5 |
Fastar bruttoíløgur | 1.287,4 | 825,3 | -462,1 | -35,9 |
Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum.
Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:
- Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
- Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
- Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.
Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.
Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt