2022-01-17 10:00
Innflutningurin til og við november 2021 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 12,3% í mun til sama tíðarskeið í 2020. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í 2021 samanborið við 2020.
Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkinum 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er 49,2%.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar – november 2020/2021
januar – november | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 7.504,9 | 8.431,2 | 926,4 | 12,3 |
Tilsamans uttan skip og flogfør | 7.156,5 | 8.158,1 | 1.001,6 | 14,0 |
Til hav- og landbúnað | 493,5 | 579,0 | 85,5 | 17,3 |
Rávøra til fiskavirking | 371,9 | 554,7 | 182,8 | 49,2 |
Til byggivirki | 797,1 | 758,7 | -38,4 | -4,8 |
Til aðra framleiðslu | 1.754,0 | 1.865,6 | 111,6 | 6,4 |
Maskinur o.o. útgerð | 684,8 | 887,3 | 202,5 | 29,6 |
Brennievni o.t. | 847,9 | 1.210,7 | 362,8 | 42,8 |
Bilar o.o. flutningsfør | 513,8 | 502,1 | -11,7 | -2,3 |
Til beinleiðis nýtslu | 1.693,4 | 1.800,0 | 106,5 | 6,3 |
Skip, flogfør o.t. | 348,4 | 273,2 | -75,2 | -21,6 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald