Vinna

Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 457 milliónum krónum

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 varð innflutt fyri 10,9 milliardir krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør.

2024-01-19 12:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Innflutningurin fyri fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,9 milliardir krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og tilfar "til aðra framleiðslu". 

Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.655,2 milliónir krónur fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023. Hetta er 463,6 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur). Har er innflutt fyri 174,5 milliónir krónur meira, sum er 26,2 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 140,2 milliónir krónur, ella 17,9 prosent.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – november 2022/2023



januar – novembermunur

20222023mió. kr.%





Tilsamans11.353,410.923,7-429,7-3,8
Tilsamans uttan skip og flogfør10.141,89.684,9-456,9-4,5
Til hav- og landbúnað783,6923,8140,217,9
Rávøra til fiskavirking665,7840,2174,526,2
Til byggivirki944,6875,4-69,2-7,3
Til aðra framleiðslu2.298,62.117,8-180,8-7,9
Maskinur o.o. útgerð992,0877,8-114,2-11,5
Brennievni o.t.2.118,81.655,2-463,6-21,9
Bilar o.o. flutningsfør509,2516,67,41,5
Til beinleiðis nýtslu1.829,31.878,048,72,7
Skip, flogfør o.t.1.211,71.238,927,22,2







Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder