Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mars 2023 til februar 2024 samanborið við undanfarna skeið.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 539 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum 5 og 6 krónur liturin.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 635 milliónum krónum ella góð 17%. Hetta er fyri tað mesta skip.
Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
mars – februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 12.516,6 | 11.147,7 | -1.368,9 | -10,9 |
0 - Matvørur og livandi djór | 2.458,6 | 2.421,8 | -36,7 | -1,5 |
1 - Drykkjuvørur og tubbak | 135,2 | 144,7 | 9,5 | 7,0 |
2 - Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni | 354,8 | 395,3 | 40,5 | 11,4 |
3 - Brennievni og aðrar oljur | 2.304,7 | 1.765,5 | -539,3 | -23,4 |
4 - Djóra- og plantuoljur | 238,7 | 178,3 | -60,4 | -25,3 |
5 - Evnafrøðiligt tilfar | 983,2 | 961,8 | -21,4 | -2,2 |
6 - Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni | 1.369,7 | 1.337,3 | -32,4 | -2,4 |
7 - Maskinur, motorar, skip og akfør | 3.651,4 | 3.016,3 | -635,0 | -17,4 |
8 - Ymsar aðrar framleiddar vørur | 1.016,9 | 926,4 | -90,5 | -8,9 |
9 - Vørur, ikki neyvari flokkaðar | 3,3 | 0,2 | -3,2 | -94,3 |
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 621,6 milliónir krónur ella sløk12%.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 241,6 milliónir krónur, ella stívliga 5%. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av brennievni, flutningstólum og líknandi til nýtslu í framleiðsluni.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
Vøruinnflutningur skiftur á BEC nýtslubólkar
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
mars – februar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 12.516,5 | 11.147,6 | -1.369,0 | -10,9 |
Endalig nýtsla | 5.365,0 | 4.743,4 | -621,6 | -11,6 |
Nýtsla í framleiðsluni | 4.639,2 | 4.397,6 | -241,6 | -5,2 |
111 - Landbúnaður, skógbrúk, fiskivinna, matur, drekka, tubbak | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 1.550,9 | 1.557,6 | 6,7 | 0,4 |
211 - Námsvirki, grótbrot, reinsingarstøð, brennievni, evnindi, ravmagn, vatn, rusk viðgerð | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 320,8 | 249,1 | -71,7 | -22,4 |
311 - Byggivirki, timbur, glas, grót, metal, bústaðir, eltól, húsbúni | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 1.630,6 | 1.454,7 | -175,9 | -10,8 |
411 - Vevnaður, klædnavørur, skógvar | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 171,9 | 218,8 | 46,9 | 27,3 |
511 - Flutningstól og -tænastur, ferðing, posttænastur | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 523,8 | 454,6 | -69,2 | -13,2 |
611 - KST, miðlar, teldur, handils- og fíggjartænastur | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 68,2 | 60,9 | -7,4 | -10,8 |
711 - Heilsa, heilivágur, útbúgving, mentan, ítróttur | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 357,5 | 384,3 | 26,8 | 7,5 |
811 - Tað almenna, hervald og annað | Vørur | Nýtsla í framleiðsluni | 15,5 | 17,7 | 2,2 | 14,5 |
Fastar bruttoíløgur | 2.512,4 | 2.006,6 | -505,8 | -20,1 |
Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum.
Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:
- Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
- Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
- Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesu talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.