Vinna

Inflasjónin størsta avbjóðingin í altjóða búskapinum

Stríðið hjá miðbankunum at fáa tamarhald á inflasjónini er helst størsta avbjóðingin í heimsbúskapinum í løtuni, men óvissan um avleiðingarnar av krígnum í Ukraina umframt áhaldandi koronaavmarkingar í Kina skapa eisini stóra óvissu um búskaparligu útlitini

2022-08-16 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Í fjør kom ferð á aftur búskaparliga virksemið kring heimin eftir drúgvu koronatíðina. Nú hevur heimssamfelagið tó fingið fleiri avbjóðingar at dragast við, sum skapa stóra óvissu um búskaparligu útlitini komandi tíðina.


Búskaparvøksturin lægri enn mett higartil

Í nýggjastu forsøgn síni frá juli í ár, metir IMF, at vøksturin í altjóða búskapinum fer úr 6,1% í 2021 niður á 3,2% í 2022, sí talvu 1. IMF hevur sostatt lækkað metingina 0,4 prosentstig fyri árið í ár, samanborið við metingina, sum IMF gjørdi fyri trimum mánaðum síðan[1].   



Talva 1. Árligur vøkstur í BTÚ

_______________________________________________________


2021

2022

2023

Altjóða búskapurin

6,1

3,2

2,9

USA

5,7

2,3

1,0

Kina

8,1

3,3

4,6

ES-økið

5,4

2,6

1,2

India

8,7

7,4

6,1

Afrika (sunnan fyri Sahara)

4,6

3,8

4,0

Stóra Bretland

7,4

3,2

0,5

__________________________________________________________

Kelda: IMF, World Economic Outlook, juli 2022.




Fleiri orsøkir til lækkingina og stór óvissa um útlitini í løtuni

Orsøkirnar til, at IMF hevur lækkað metingarnar, eru m.a., at vøksturin í USA fyrr í ár vísti seg at verða lægri enn mett varð frammanundan. Strammi pengapolitikkurin leggur trýst á keypiorkuna, bæði í USA og í ES, har kríggið í Ukraina, umframt stóra trýstið á matvøruprísirnar kring allan heimin, hevur skapt óvanliga stórar orkupríshækkingar. Í Kina hava tað serliga verið strongu og umfatandi koronatiltøkini, sum ávirka búskaparliga virksemið skeiva vegin, ikki bert í Kina, men eisini altjóða.


Óvissan um búskaparligu útlitini eru størri nú enn nakrantíð. Kríggið í Ukraina kann hava við sær, at innflutningurin av russiskum gassi til Evropa brádliga steðgar. Strangari krøv á altjóða fíggjarmarknaðunum kunnu geva mest skuldarbundnu londunum trupulleikar við skuldini. Nýggjar smittubylgjur við strongum og umfatandi koronatiltøkum hótta framvegis Kina, men henda hóttanin er eisini viðkomandi fyri restina av heimsbúskapinum.


Inflasjónin hægri enn mett higartil

IMF væntar, at inflasjónin fer at verða nakað hægri í ár enn áður mett. Í framkomna partinum av heiminum verður inflasjónin nú mett til 6,6% og í minni framkomnu londunum 9,5%. Hetta eru ávikavist 0,9 og 0,8 prosentstig hægri enn í metingunum frá apríl í ár. Tað eru serliga ógvusligi vøksturin í matvøru- og orkuprísunum, sum hava fingið IMF til at hækka metingarnar av inflasjónini.


Prísvøkstur størsta búskaparliga hóttanin ímóti vælferðini í løtuni

Beint nú er prísvøkstur størsta hóttanin ímóti livistøðinum kring allan heimin, og tí hevur stríðið hjá myndugleikum og politikarum ímóti inflasjónsvøkstrinum fremstu rað­festing í løtuni.


Tað slepst ikki undan, at herdi pengapolitikkurin kemur at tálma búskaparliga vøksturin í nærmastu framtíð, men um einki verður gjørt nú, so verða avbjóðingarnar tess størri sum frá líður, sigur IMF í nýggjastu forsøgn síni.


IMF heldur, at fyri at bøta um ringastu avleiðingarnar av stramma pengapolitikkinum, kann fíggjarligur stuðul verða latin teimum veikastu í samfelagnum, men hesin stuðul má vera fíggjaður, tí almennu kassarnir eru longu hart sperdir eftir drúgvu tíðina við korona.


Strammi pengapolitikkurin fær neyvan fullan virknað fyrr enn í 2023

Hóast miðbankarnir í USA, ES og øðrum londum longu í fleiri umførum hava hækkað leiðandi renturnar og fleiri rentuhækkingar eru væntandi, so metir IMF, at tað verður ikki fyrr enn í 2023, at strammi pengapolitikkurin hjá miðbankunum veruliga fer at sláa ígjøgnum, og tá fer vøksturin í altjóða búskapinum at koma heilt niður á 2,9%. Endamálið við rentuhækkingunum er at minka eftirspurningin, soleiðis at trýstið á prísirnar verður minni, og inflasjónin lækkar.

 

[1] IMF, World Economic Outlook, juli 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder