Vinna

Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum í morgin

.

2024-04-16 17:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tórshavn.fo:

Í morgin, mikudagin tann 17. apríl 2024 kl. 15 verður Húsareynstunnilin sprongdur ígjøgnum.

Tað verða teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, sum fara at lata seinasta skotið av. 

Borgarstjórin sigur nøkur orð á staðnum. Á kortinum sæst, hvar áhugað kunnu standa og hyggja, tá skotið verður latið av. Fólk frá kommununi verða á staðnum og leggja lag á ferðsluna.

Aftaná verður farið yvir á Hotel Føroyar at fáa kaffi og køkur í forhøllini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder