Ítróttur

HSF: U18-landsliðið hjá kvinnum er úttikið

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi.

2022-05-20 13:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Marita Arge, Neistin
Útileikarar:
Lea Mohr, Neistin
Maria Mrdalo, VB
Silja Heðinsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Fredriksberg IF
Marita Fríða Magnadóttir Thomsen, Ajax København
Karin Egholm, Fredriksberg IF
Inga Maria Roysdottir, Fredriksberg IF
Barbara Hammer, Kyndil
Lukka Arge, H71
Inga Maria Joensen, H71
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Føroyska liðið spældi eisini tveir venjingardystir móti Íslandi í 2020, og tá vunnu liðini hvør sín dyst. Í 2021 luttók hetta liðið í EHF Championship kapping í Georgia og fekk liðið góð úrslit. Føroyska liðið spældi fyrst javnleik móti Serbia og sigraði síðani á Estlandi og Italia í innleiðandi bólkaspælinum. Føroyska liðið tapti síðani hálvfinaluna tepurt fyri Hollandi, hareftir at liðið vann bronsudystin móti Ukraina. Lukka Arge var toppskjútt í kappingini við 33 málum, meðan Maria Pálsdóttir Nólsoy var kosin besta miðja og Karin Egholm besti høgri vongur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder