Ítróttur

HSF: Nakað yvir 1000 atgognumerki verða tilluttaði hvørt land at byrja við

HSF fær nógvar fyrispurningar

2026-01-19 12:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóast einki er avgjørt enn í bólki D í innleiðandi umfarinum í EM-endaspælinum, fær HSF nógvar fyrispurningar um, hvussu atgongumerkjasølan fer at verða skipað, og hvussu nógv atgongumerki kunnu verða í føroyskan lut, um okkara landslið spælur seg víðari til meginumfarið, ið verður spælt í Malmø 23. til 28. januar 2026.

Fyriskipanin er tann, at atgongumerki eru løgd av til tey londini, ið spæla seg víðari til meginumfarið. Tey londini, ið enda við at spæla seg víðari til meginumfarið fáa eina leinkju at deila millum sínar áskoðarar, tá tað er endaliga avgjørt, hvørji lið í koma spæla. Nakað yvir 1000 atgognumerki verða tilluttaði hvørt land at byrja við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder