
Kunning til áskoðarar
Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin til fyrsta landsdystin við Tjarnir, tá Niðurlond koma á vitjan í morgin, 12. mars 2025, kl. 19:00.
Stórur áhugi er fyri dystinum og fleiri enn 3000 áskoðarar koma at vera til fyrsta heimadystin hjá Føroyum við Tjarnir. Dyrnar við Tjarnir lata tí upp longu kl. 16:30. Í høllini verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, har verður sjálvandi eisini tónleikur, andlitsmáling og søla av fjepparalutum.
Kom í góðari tíð!
Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. Roknast kann við, at nógv ferðsla verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð.
Hóast tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss uttanfyri stórhøllina, so vilja vit heita á, at fólk royna at savnast í fleiri bilum, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum.
Upphiting í OY
Mikudagin frá kl. 16:00 til 18:00 skipa stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti fyri upphiting í OY. Hans Ravnsfjall fer at spæla nøkur løg, og møguleiki verður fyri at koma í rættan hondbóltshýr.
Ókeypis bussar koyra frá OY niðan til Tjarnir kl. 18:00, og oman aftur til Havnina aftaná dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald