Ítróttur

HSF: Freist at keypa atgongumerkið til HM hjá kvinnum

.

2025-08-12 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Freist at keypa atgongumerkið til HM hjá kvinnum
22. august er seinasta freist at keypa atgongumerki til HM-endaspælið hjá kvinnum í Trier. Hetta er um tú vil tryggja tær atgongumerki ígjøgnum leinki hjá HSF og sita saman við føroyingunum.
Eftir 22. august verða atgongumerkini drigin inn og sett í fría sølu. Hetta er galdandi bæði fyri innleiðandi bólkaspælið í Trier og eitt møguligt meginumfar í Dortmund. Roknast kann við at tað verður útselt, tí áhugin í Týsklandi er stórur, hetta serliga fyri meginumfarinum í Dortmund.
Fyri at sita saman við føroyingunum í Trier, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna.
Føroysku kvinnurnar spæla innleiðandi umfarið í týska býnum Trier, dystirnir liggja soleiðis:
Mikudagin 26. november Montenegro – Føroyar
Fríggjdagin 28. november Spania – Føroyar
Sunnudagin 30 november Føroyar – Paraguay
Føroysku atgongumerkini verða seld í trimum ymsum bólkum:
Kategori 2 79,00 € (Bólkur I)
Kategori 3 69,00 € (Bólkur H blátt)
Kategori 4 49,00 € (Bólkur H lilla)
Gerðast Føroyar millum trý tey bestu londini í innleiðandi bólkinum, gongur leiðin til meginumfarið í Dortmund. Tað er góður møguleiki fyri, at Týskland verður partur av hesum meginumfarinum, og tískil er ein stórur partur av hesum atgongumerkjunum longu seld. Um ein ynskir at tryggja sær møguleikan at fylgja føroyska liðnum til Dortmund, er tað skilagott at keypa sær atgongumerki til meginumfarið longu nú. Hesi kunnu ikki latast innaftur, um tað ikki eydnast føroysku kvinnunum at koma til meginumfarið. Atgongumerkini kunnu keypast ígjøgnum somu leinkju, sum til innleiðandi umfarið.
Atgongumerkini í Dortmund verða seld í trimum ymsum bólkum:
Kategori 3 99,00 € (bólkur 317)
Kategori 4 69,00 € (bólkur 318)
Kategori 5 49,00 € (bólkur 319)
Um Føroyar enda nummar fýra í innleiðand bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla sonevnda Presidents Cup í S´Hertogenbosch, sum er um plássini 24 til 32 í kappingini. Atgongumerki til Presidents Cup eru ikki tøk enn, men vilja sannlíkt ikki verða trupul at fáa hendur á.
Atlantic Airways skipar fyri beinleiðis flogferð til Trier tann 24. november. Kostnaðurin fyri ferðina er 1.897 kr. Talan er um einvegis ferð til Trier. Tá tað ikki er greitt hvønn bý Føroyar skulu skulu víðari til og hvussu leingi Føroyar eru við í kappingini, mugu fjepparar sjálvir skipa sína heimferð.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder