Høgni er 41 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í fígging og strategiskari leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá fíggjarliga økinum, eitt nú sum leiðari á íløgudeildini hjá Bank Nordik og sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í ALS. Síðan 2020 til í dag hevur Høgni starvast sum roknskaparleiðari hjá Atlantic Airways. Høgni er eisini virkin í nevndararbeiði og hevur síðan 2017 millum annað verið nevndarformaður og nevndarlimur í LÍV-samtakinum.
Uppgávan hjá Høgna verður at menna og leiða fjølbroytta fíggjarumhvørvið og fyrisitingina í Almannaverkinum og vera ein aktivur partur av menningini av stovninum saman við leiðsluni.
- Vit fegnast um at fáa ein fíggjarstjóra við tí vitan og teimum royndum, sum Høgni hevur, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Høgni er úr Havn, giftur við Katrini K. Olsen, og saman eiga tey trý børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald