2022-01-26 22:55
Høgaberg er á veg á Fuglafjørð við 1.400 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi á umleið 68,3N og 1E.
Teir fiskaðu í eitt gott døgn.
Høgaberg skal landa til Pelagos, teir verða á Fuglafirði um 4-5 tíðina seinnapartin í morgin.
Trý norsk skip vóru á leiðini har Høgaberg var og nú er Tróndur í Gøtu á veg hagar, teir verða á fiskileið í morgin
Nú er veðrið gott norðanfyr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald