Ítróttur

Hjálparvenjarin: Fara at spæla við fullari megi

Klokkan 19:30 (20:30 lokala tíð) skulu føroysku spælararnir aftur í eldin, tá ið dystur er móti Noreg. Noreg er sterkasta liðið í bólkinum, men føroysku spælarnir eru klárir at bjóða upp til dans.

2024-01-13 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hjálparvenjarin, Julian Johansen hevur í morgun havt eitt “media call” fyri okkum á JN og fyri Portalinum.

Julian letur væl at hópinum, allir mans eru tøkir, og fara at spæla við fullari megi. Tá ið endaspøl vanliga eru, so kunnu spælarar fáa skaðar, men tað hevur ikki merkt føroyska hópin enn, tað er ei heldur nakar smáskaði í hópinum. Julian slær fast, at spælararnir eru væl fyri.

Í føroyska hópinum eru 19 mans, men tað kunnu bara verða 16 við til dyst. Til dystin móti Slovenia sótu Pauli Mittún, Allan Norðberg og Rói Ellefsen á Skipgøtu uttan fyri, men tað verður onkur broyting í hópinum til dystin í kvøld.

Í gjár segði Julian vit JN, at Noreg helst hevur heimsins bestu verju, og tí fekk hann í morgun spurningin, um Noreg hevur nakað veikt punkt.

Tá ið vit fyrireikaðu okkum ímóti Slovenia, so sóu vit nøkur veik punkt, men Noreg er eitt gott lið á øllum plássum, sum ikki loyvir duellspælið, og teir kunnu liva við at mótstøðuliðini skjóta útifrá. Álopsspælið hjá okkum er bygt uppá duellspæl, og hava vit ikki teir heilt nógvu skjúttarnar, sum skjóta úti frá. Venjarin hjá Noreg hevur verið úti og sagt at teir eru klárir til duellpæl og skot útifrá.

Agnar Prestá frá portalinum spurdi síðani, hvat gera tit so?

Vit fara at spæla 7-6, og hava broytt okkara taktik í álopsspælinum, vit skulu spæla nakað skjótari enn hvat vit plaga. Vit hava eina vón um at veingirnir fáa fleiri møguleikar í kvøld. Julian leggur afturat, at Føroyar skal vinna kontraspælið.

Talan er um ein truplan dag, tí dysturin er so seint.

Í gjár brúktu spælarnir og venjarnir m.a. dagin til at at tosað saman, og taktikkurin bleiv lagdur í gjár. Spælararnir kundu sova so leingi teir vildu í morgun, men skuldu tó út at ganga túr nú klokkan 11:30, har hópurin skal hyggja eftir onkrum. Tað ber til í Berlin í dag, tí tað er nakað heitari nú enn hvat tað hevur verið seinastu dagarnar. Annars skulu tær seinastu innanhýsis avtalurnar uppá pláss.

Sjálvt um vit dekka upp til okkara allarbesta í dag, so kunnu vit vænta at Sander Sagosen kemur at gera okkum ónáðir. Vit fara at hava meira fokus á hann, og koma at dekka hann longri uppi á vøllinum enn vit plaga at gera við aðrar spælarar, men tað gevur eisini meira pláss til aðrar. Sleppir Sagosen at renna mitt ígjøgnum, so halda vit málmannin fyri spott.

Til enda sigur hjálparvenjarin, at hópurin setur sera stóran prís á stuðulin frá teimum nógvu áskoðarunum ið eru komnir til týska høvuðsstaðin, og gera teir sera góðan stemning í høllini, sum spælararnir verða tiknir við í, men tá er eisini neyðugt líka, at fáa teir “niður” á jørðina aftur.

Væntast kann at Føroyar byrjar við 7 móti 6 í álopinum, og dekkar 5-1 part av dystinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder