Ítróttur

Helgi eisini kvikmeistari

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska skaraði framúr og vann FM-kappingina í kviktalvi við fullum stigatali í gjár

2025-12-01 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Helgi vann tí báðar FM-kappingarnar í talvi hetta vikuskiftið - í fyrradagin vann hann snarkappingina, og í gjár kvikkappingina.

Í kviktalvi hevur tú tíggju minuttir til talvið umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik. Í snartalvi er uppaftur minni tíð at umráða seg í; tá hevur telvari einans tríggjar minuttir í hvørjum talvi.

Tofta Talvfelag hýsti árligu FM-kappingini í snar- og kviktalvi í hølum felagsins í vikuskifitnum


Helgi og Høgni

Í alt 32 telvarar vóru við í kvikkappingini í dag. Fleiri av okkara bestu telvarum taldust millum hesar gott og væl tretivu luttakararnar. Umframt allar fimm, sum mannaðu landsliðið, ið vann smálandakappingina á Kýprós fyri viku síðani, vóru aðrir topptelvarar við, teirra millum einir tríggir fyrrverandi føroyameistarar.

Talan var í veruleikanum um harðan tvídyst millum teir báðar fremstu føroysku telvararnar - Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft Nielsen. Teir vunnu alt sum fyri var, avgerðin fell tí í innanhýsis talvinum teirra millum í fjórða umfari. Her vann Helgi, og tað kom at vera avgerandi.

Luitjen Akselsson Apol, sum endaði í umdysti við Helga og Høgna í snarkappingini í gjár, hevði heldur miseydnaða kapping í dag, og endaði uttanfyri topp-10. Sama gjørdi Eyðun Nolsøe. Honum vantar helst neyðugu dystarvenjingina til at standa seg móti teimum yngru topptrimmaðu telvarunum, sum nú troka á. Afturímóti fekk eldri bróðirin, Rani, gott úrslit í gjár.

Helgi Dam Ziska hevur annars ikki verið so einaráðandi í kviktalvi sum í snartalvi. Høgni Egilstoft Nielsen hevur vunnið kvikkappingina seinastu tvey árini í harðari kapping við Helga, men í gjár vann Helgi, sum nú aftur kann rópa seg bæði snarmeistara og kvikmeistara.  



FM í kviktalvi 2025 - endaliga støðan
1. Helgi Dam Ziska, HT 9 stig
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8
3. Carl Eli Samuelsen, HT 6
4. Silas Eyðsteinsson, ST 6
5. Jón í Horni Nielsen, ST 5½
6. Elias Petersen, HT 5½
7. Rani Nolsøe, KTF 5½
8. Flóvin M.Tummasarson, HT 5½
9. Markus Jacobsen, KT 5
10. Petur G. Magnussen, HT 5

Í alt 32 telvarar.


FM í kviktalvi (2019 - 2025)

2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2024 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2025 Helgi Dam Ziska, HT

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder