FSF: – Eg eri væl nøgdur við avrikið. Genturnar vístu góðan hugburð og løgdu nógv fyri í øllum dystunum. Eg haldi eisini, at vit skaptu nóg mikið til, at vit kundu vunnið kappingina. Hetta gevur okkum gott sjálvsálit til EM-undankappingina í heyst, har vit aftur skulu møta júst somu liðum, sigur Fannhard Skoradal, høvuðsvenjari hjá U17-landsliðnum við gentum.
Kappingin byrjaði við einum teprum 1-0 tapi fyri Estlandi, men í øðrum umfari reistust føroysku genturnar aftur og vunnu sannførandi 4-1 á vertstjóðini Lettlandi. Miriam Stauss skoraði tvær ferðir, meðan Lilja Dam Jacobsen og Sára Vang Justinussen eisini komu á máltalvuna.
Í síðsta dystinum, sum var ímóti Litava, endaði tað við málleysum javnleiki, og tá øll stigini vóru tald saman, hevði føroyska liðið tryggjað sær silvur í Baltic Cup 2026.
Næsta uppgávan hjá U17-gentunum verður EM-undankappingin, sum verður í Lettlandi frá 7. til 13. oktober. Har skulu Føroyar enn einaferð royna seg móti Estlandi, Lettlandi og Litava.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald