Stór U7 kapping var á Giljanesi í gjár. 48 U7 lið luttóku í kappingini, sum byrjaði klokkan 09:00 og var liðug klokkan 20:00.
Leikt var í 6 bólkum, har hvør bólkur hevði 8 lið. 5 umfør við trimum dystum vóru spæld í hvørjum bólki. Miðja verður eftir at øll lið fáa minst 3 dystir.
Tað er millum børnini at størsta rekrutteringin til hondbólti fer fram. Av tí at broytingar koma fyri gjøgnum árið, verður meldað til av nýggjum til hvørja kapping.
Grundleggjandi verður ikki dømt í U7 og U8 hondbólti. Børnini skulu læra at flyta seg frítt og so nógv sum gjørligt. Á henda hátt fáa tey fatan av bæði rúmi og spæli.
Við øðrum orðum verður ikki “dømt” fyri t.d. fet, yvirtraðk og dribl. Men um ein leikari t.d. áhaldandi rennur allan vegin fram og leggur bóltin í málið, so er tað uppgávan hjá venjaranum at taka hana/hann til síðis og greiða henni/honum frá um fet og yvirtraðk. Tí hóast alt er ætlanin við U8 hondbóltinum, at børnini læra hondbóltsspælið.
Lagið var gott á Giljanesi í gjár og nógvar góðar hondbóltsupplivingar vóru.
Eftir U7 kappingina leiktu dreingir 16 hjá SÍF og Tjaldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald